16
F ÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE Kvíggjartún 1 Box 2039 FO-165 Argir (+298) 35 20 20 (+298) 35 20 25 [email protected] www.fmr.fo Løgtingið Argir, 16. november 2015 J.Nr.: 15/00483-16 Løgtingsmál nr. 37/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Broytingar í vørunumrum í Toll- og vøruskránni og hækkan av punktgjaldi á bensin og dieselolju) Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Broytingar í vørunumrum í Toll- og vøruskránni og hækkan av punktgjaldi á bensin og dieselolju) § 1 Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, løgtingslóg nr. 43 frá 27. apríl 2005, løgtingslóg nr. 156 frá 22. desember 2005, løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 137 frá 28. desember 2010, løgtingslóg nr. 31 frá 30. mars 2012, løgtingslóg nr. 81 frá 7. juni 2012 og løgtingslóg nr. 43 frá 6. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, 2. pkt. verður “fylgiskjøl” broytt til “skjal 1”. 2. Í § 3, stk. 1, 2. pkt. verður Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til : “TAKS”. 3. Í § 3, stk. 4, 2. pkt. verður Toll- og Skattstova Føroya” broytt til : “TAKS”. 4. Í § 4, stk. 1 verður “Toll - og Skattstovu Føroya” broytt til : “TAKS”. 5. Í § 4, stk. 2 og 3 verður “Toll - og Skattstova Føroya” broytt til : “TAKS”. 6. Í § 6, stk. 1 verður “Toll - og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”. 7. Í § 6, stk. 2 og tvær staðni í stk. 3 verður “Toll - og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”. 8. Fylgiskjal 1, 2 og 3 verða strikað. 9. Skjal 1 verður sett sum skjal 1 til løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi. § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.

Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

  • Upload
    others

  • View
    9

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

M I N I S T R Y O F F I N A N C E

Kvíggjartún 1 • Box 2039 • FO-165 Argir

(+298) 35 20 20 • (+298) 35 20 25 • [email protected] • www.fmr.fo

Løgtingið

Argir, 16. november 2015 J.Nr.: 15/00483-16

Løgtingsmál nr. 37/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um

avgjald á framleiðslu og innflutningi (Broytingar í vørunumrum í Toll- og vøruskránni og

hækkan av punktgjaldi á bensin og dieselolju)

Uppskot til

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

(Broytingar í vørunumrum í Toll- og vøruskránni og hækkan av punktgjaldi á bensin og

dieselolju)

§ 1

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um

avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum

broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1.

desember 2003, løgtingslóg nr. 43 frá 27.

apríl 2005, løgtingslóg nr. 156 frá 22.

desember 2005, løgtingslóg nr. 49 frá 16.

mai 2006, løgtingslóg nr. 137 frá 28.

desember 2010, løgtingslóg nr. 31 frá 30.

mars 2012, løgtingslóg nr. 81 frá 7. juni

2012 og løgtingslóg nr. 43 frá 6. mai 2015,

verða gjørdar hesar broytingar:

1. Í § 1, 2. pkt. verður “fylgiskjøl” broytt til

“skjal 1”.

2. Í § 3, stk. 1, 2. pkt. verður “Toll- og

Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”.

3. Í § 3, stk. 4, 2. pkt. verður “Toll- og

Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”.

4. Í § 4, stk. 1 verður “Toll- og Skattstovu

Føroya” broytt til: “TAKS”.

5. Í § 4, stk. 2 og 3 verður “Toll- og

Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”.

6. Í § 6, stk. 1 verður “Toll- og Skattstova

Føroya” broytt til: “TAKS”.

7. Í § 6, stk. 2 og tvær staðni í stk. 3 verður

“Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til:

“TAKS”.

8. Fylgiskjal 1, 2 og 3 verða strikað.

9. Skjal 1 verður sett sum skjal 1 til

løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um

avgjald á framleiðslu og innflutningi.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar

2016.

Page 2: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

2/16

Skjal 1

Frumskjal 1 til toll- og vøruskránna

Vørunummar Punkt

avgjald

Punkt avgjald Vøruslag

Kapittul 17:

1704.10.10 40% 16,00 kr. pr. kg. Tyggigummi undir 60 vektprosent sukur

1704.10.90 40% 16,00 kr. pr. kg. Tyggigummi yvir 60 vektprosent sukur

1704.90.10 40% 16,00 kr. pr. kg. Lakresevja

1704.90.30 40% 16,00 kr. pr. kg. Hvít sjokuláta

1704.90.53 40% 16,00 kr. pr. kg. Vørur av marcipan undir 2 kg netto

1704.90.55 40% 16,00 kr. pr. kg. Hálsbomm

1704.90.61 40% 16,00 kr. pr. kg. Søtmeti (drageevørur)

1704.90.65 40% 16,00 kr. pr. kg. Gummibomm

1704.90.71 40% 16,00 kr. pr. kg. Bomm

1704.90.75 40% 16,00 kr. pr. kg. Karamellur

1704.90.81 40% 16,00 kr. pr. kg. Sukurtablettir

1704.90.92 40% 16,00 kr. pr. kg. Lakresvørur

1704.90.95 40% 16,00 kr. pr. kg. Nougat undir 2 kg netto

1704.90.99 40% 16,00 kr. pr. kg. Annað søtmeti

Kapittul 18:

1806.10.15 40% 16,00 kr. pr. kg. Kakaopulvur undir 5 vektprosent sukur

1806.10.20 40% 16,00 kr. pr. kg. Kakaopulvur yvir 5 vektprosent sukur

1806.10.30 40% 16,00 kr. pr. kg. Kakaopulvur yvir 65 vektprosent sukur

1806.10.90 40% 16,00 kr. pr. kg. Kakaopulvur yvir 80 vektprosent sukur

1806.31.00 40% 16,00 kr. pr. kg. Sjokulátapláta fylt

1806.32.10 40% 16,00 kr. pr. kg. Sjokulátapláta við frukt og nøtum

1806.32.90 40% 16,00 kr. pr. kg. Sjokulátapláta uttan fyllu

1806.90.11 40% 16,00 kr. pr. kg. Sjokuláta við alkohol

1806.90.19 40% 16,00 kr. pr. kg. Sjokuláta konfekt

1806.90.31 40% 16,00 kr. pr. kg. Sjokuláta við fyllu, t.d. Mars, creme egg

1806.90.39 40% 16,00 kr. pr. kg. Sjokuláta uttan fyllu, t.d. Páskaregg,

sjokulátaknappar

1806.90.50 40% 16,00 kr. pr. kg. Sjokuláta, sí kap. 1704

1806.90.60 40% 16,00 kr. pr. kg. Smyrjisjokuláta

1806.90.70 40% 16,00 kr. pr. kg. Kakaopulvur at drekka

1806.90.90 40% 16,00 kr. pr. kg. Sjokulátasós

Kapittul 19:

1905.31.11 13% 14,00 kr. pr. kg. Søtar keks, biscuits

Page 3: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

3/16

1905.31.19 13% 14,00 kr. pr. kg. Bakstur, t.d. Makrónir

1905.31.91 13% 14,00 kr. pr. kg. Tvíkeks við krem

1905.31.99 13% 14,00 kr. pr. kg. Bakstur

1905.32.05 13% 14,00 kr. pr. kg. Vaflur

1905.32.11 13% 14,00 kr. pr. kg. Sjokulátavaflur pakn. undir. 85 gr.

1905.32.19 13% 14,00 kr. pr. kg. Ísvaflur

1905.32.91 13% 14,00 kr. pr. kg. Vaflur saltar

1905.32.99 13% 14,00 kr. pr. kg. Vaflur

1905.40.90 0 1,00 kr. pr. kg. Tvebakkar o.a.

1905.90.30 0 1,00 kr. pr. kg. Glutenbreyð

1905.90.55 30% 12,00 kr. pr. kg. Snacks

Kapittul 20:

2005.20.20 30% 12,00 kr. pr .kg. Kips

Kapittul 21:

2106.90.11 0 12 kr. pr. ltr Leskidryksúrdráttur

2106.90.19 0 12 kr. pr. ltr Leskidryksúrdráttur við sukur

Kapittul 22:

2202.10.18 0 2,00 kr. pr. ltr. Light sodavatn

2202.10.19 0 2,00 kr. pr. ltr. Sodavatn

2203.00.05 0 180,00 kr. pr. ltr. Øl yvir 5,8%

2203.00.10 0 10,00 kr. pr. ltr. Øl yvir 4,6%

2203.00.20 0 7,60 kr. pr. ltr. Øl yvir 2,8%

2204.10.11 0 24,00 kr. pr. ltr. Brúsandi vín, Champagne

2204.10.91 0 24,00 kr. pr. ltr. Brúsandi vín, Asti spumante

2204.10.93 0 24,00 kr. pr. ltr. Gosvín

2204.10.94 0 24,00 kr. pr. ltr. Gosvín

2204.10.96 0 24,00 kr. pr. ltr. Gosvín

2204.10.98 0 24,00 kr. pr. ltr. Gosvín

2204.21.06 0 24,00 kr. pr. ltr. Borðvín

2204.21.07 0 24,00 kr. pr. ltr. Borðvín

2204.21.08 0 24,00 kr. pr. ltr. Borðvín

2204.21.09 0 24,00 kr. pr. ltr. Borðvín

2204.21.11 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín

2204.21.12 0 24,00 kr. pr. ltr. Bordeaux hvítvín

2204.21.13 0 24,00 kr. pr. ltr. Bourgogne hvítvín

2204.21.17 0 24,00 kr. pr. ltr. Val de Loire Hvítvín

2204.21.18 0 24,00 kr. pr. ltr. Mosel hvítvín

Page 4: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

4/16

2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

2204.21.23 0 24,00 kr. pr. ltr. Tokaj hvítvín

2204.21.24 0 24,00 kr. pr. ltr. Lazio hvítvín

2204.21.26 0 24,00 kr. pr. ltr. Toscana hvítvín

2204.21.27 0 24,00 kr. pr. ltr. Trentino, Alto Adige og Friuli

2204.21.28 0 24,00 kr. pr. ltr. Veneto hvítvín

2204.21.32 0 24,00 kr. pr. ltr. Vinho Verde hvítvín

2204.21.34 0 24,00 kr. pr. ltr. Penedés hvítvín

2204.21.36 0 24,00 kr. pr. ltr. Rioja hvítvín

2204.21.37 0 24,00 kr. pr. ltr. Valencia hvítvín

2204.21.38 0 24,00 kr. pr. ltr. Reyðvín

2204.21.42 0 24,00 kr. pr. ltr. Bordeaux reyðvín

2204.21.43 0 24,00 kr. pr. ltr. Bourgogne reyðvín

2204.21.44 0 24,00 kr. pr. ltr. Beaujolais reyðvín

2204.21.46 0 24,00 kr. pr. ltr. Cotes du Rhone reyðvín

2204.21.47 0 24,00 kr. pr. ltr. Languedoc Roussillon reyðvín

2204.21.48 0 24,00 kr. pr. ltr. Val de Loire reyðvín

2204.21.62 0 24,00 kr. pr. ltr. Piemonte reyðvín

2204.21.66 0 24,00 kr. pr. ltr. Toscana reyðvín

2204.21.67 0 24,00 kr. pr. ltr. Trentino og Alto Adige reyðvín

2204.21.68 0 24,00 kr. pr. ltr. Veneto reyðvín

2204.21.69 0 24,00 kr. pr. ltr. Dao, Bairrada og Douro reyðvín

2204.21.71 0 24,00 kr. pr. ltr. Navarra reyðvín

2204.21.74 0 24,00 kr. pr. ltr. Penedés reyðvín

2204.21.76 0 24,00 kr. pr. ltr. Rioja reyðvín

2204.21.77 0 24,00 kr. pr. ltr. Valdepenas reyðvín

2204.21.78 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.79 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.80 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.81 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.82 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.83 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.84 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín

2204.21.85 0 41,00 kr. pr. ltr. Madeira og Moscatel du Setúbal

2204.21.86 0 41,00 kr. pr. ltr. Sherry heitvín

2204.21.87 0 41,00 kr. pr. ltr. Marsalavin heitvín

2204.21.88 0 41,00 kr. pr. ltr. Samosvin og Muskat heitvín

2204.21.89 0 41,00 kr. pr. ltr. Portvín

2204.21.90 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín

Page 5: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

5/16

2204.21.91 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín

2204.21.92 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín yvir 22%

2204.21.93 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.94 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.95 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.96 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.97 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.21.98 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.29.10 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.29.11 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín

2204.29.12 0 24,00 kr. pr. ltr. Bordeaux hvítvín

2204.29.13 0 24,00 kr. pr. ltr. Bourgogne hvítvín

2204.29.17 0 24,00 kr. pr. ltr. Val de Loire Hvítvín

2204.29.18 0 24,00 kr. pr. ltr. Reyðvín

2204.29.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Borðvín

2204.29.42 0 24,00 kr. pr. ltr. Bordeaux reyðvín

2204.29.43 0 24,00 kr. pr. ltr. Bourgogne reyðvín

2204.29.44 0 24,00 kr. pr. ltr. Beaujolais reyðvín

2204.29.46 0 24,00 kr. pr. ltr. Cotes du Rhone reyðvín

2204.29.47 0 24,00 kr. pr. ltr. Languedoc Roussillon reyðvín

2204.29.48 0 24,00 kr. pr. ltr. Val de Loire reyðvín

2204.29.58 0 24,00 kr. pr. ltr. Reyðvín

2204.29.79 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.29.80 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.29.81 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.29.82 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.29.83 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.29.84 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín

2204.29.85 0 41,00 kr. pr. ltr. Madeira og Moscatel du Setúbal

2204.29.86 0 41,00 kr. pr. ltr. Sherry heitvín

2204.29.88 0 41,00 kr. pr. ltr. Samosvin og Muskat frá Lemnos

2204.29.89 0 41,00 kr. pr. ltr. Portvín

2204.29.90 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín

2204.29.91 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín

2204.29.92 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín yvir 22%

2204.29.93 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.29.94 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.29.95 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.29.96 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

2204.29.97 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín

Page 6: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

6/16

2204.29.98 0 24,00 kr. pr. ltr. Borðvín

2204.30.10 0 24,00 kr. pr. ltr. Drúumost

2204.30.92 0 24,00 kr. pr. ltr. Drúumost konsentrerað

2204.30.94 0 24,00 kr. pr. ltr. Borðvín

2204.30.96 0 24,00 kr. pr. ltr. Borðvín konsentrerað

2204.30.98 0 24,00 kr. pr. ltr. Borðvín

2205.10.10 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín undir 18% undir 2 ltr.

2205.10.90 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín yvir 18% undir 2 ltr.

2205.90.10 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín undir 18% yvir 2 tlr.

2205.90.90 0 41,00 kr. pr. ltr. Heitvín yvir 18% yvir 2 tlr.

2206.00.31 0 24,00 kr. pr. ltr. Súreplacider og perucider

2206.00.39 0 24,00 kr. pr. ltr. Cider

2206.00.51 0 24,00 kr. pr. ltr. Súreplacider og perucider

2206.00.59 0 24,00 kr. pr. ltr. Cider

2206.00.81 0 24,00 kr. pr. ltr. Súreplacider og perucider

2206.00.89 0 24,00 kr. pr. ltr. Cider

2206.00.90 0 24,00 kr. pr. ltr. Súreplavín o.a.

2208.20.12 0 330,00 kr. pr. ltr. Cognac

2208.20.14 0 330,00 kr. pr. ltr. Armagnac

2208.20.26 0 330,00 kr. pr. ltr. Grappa

2208.20.27 0 330,00 kr. pr. ltr. Brandy de Jerez

2208.20.29 0 330,00 kr. pr. ltr. Singami, Pisco o.tl.

2208.20.40 0 330,00 kr. pr. ltr. Rådestillat

2208.20.62 0 330,00 kr. pr. ltr. Cognac yvir 2 litrar

2208.20.64 0 330,00 kr. pr. ltr. Armagnac yvir 2 litrar

2208.20.86 0 330,00 kr. pr. ltr. Grappa yvir 2 litrar

2208.20.87 0 330,00 kr. pr. ltr. Brandy yvir 2 litrar

2208.20.89 0 330,00 kr. pr. ltr. Singami, Pisco o.tl. yvir 2 ltr.

2208.30.11 0 330,00 kr. pr. ltr. Whisky

2208.30.19 0 330,00 kr. pr. ltr. Whisky yvir 2 litrar

2208.30.30 0 330,00 kr. pr. ltr. Single malt whisky

2208.30.41 0 330,00 kr. pr. ltr. Blended malt whisky

2208.30.49 0 330,00 kr. pr. ltr. Blended malt whisky yvir 2 litrar

2208.30.61 0 330,00 kr. pr. ltr. Single grain whisky

2208.30.69 0 330,00 kr. pr. ltr. Single malt whisky yvir 2 litrar

2208.30.71 0 330,00 kr. pr. ltr. Whisky

2208.30.79 0 330,00 kr. pr. ltr. Whisky yvir 2 litrar

2208.30.82 0 330,00 kr. pr. ltr. Whisky

2208.30.88 0 330,00 kr. pr. ltr. Whisky yvir 2 litrar

2208.40.11 0 330,00 kr. pr. ltr. Rom

Page 7: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

7/16

2208.40.31 0 330,00 kr. pr. ltr. Rom

2208.40.39 0 330,00 kr. pr. ltr. Rom

2208.40.51 0 330,00 kr. pr. ltr. Rom yvir 2 litrar

2208.40.99 0 330,00 kr. pr. ltr. Rom

2208.50.11 0 330,00 kr. pr. ltr. Gin

2208.50.19 0 330,00 kr. pr. ltr. Gin yvir 2 litrar

2208.50.91 0 330,00 kr. pr. ltr. Genever

2208.50.99 0 330,00 kr. pr. ltr. Genever yvir 2 litrar

2208.60.11 0 330,00 kr. pr. ltr. Vodka 45,4% vol ella undir

2208.60.19 0 330,00 kr. pr. ltr. Vodka 45,5% vol yvir 2 litrar

2208.60.91 0 330,00 kr. pr. ltr. Vodka yvir 45,4% vol

2208.60.99 0 330,00 kr. pr. ltr. Vodka yvir 45,4% vol yvir 2 litrar

2208.70.10 0 330,00 kr. pr. ltr. Likør undir 2 litrar

2208.70.90 0 330,00 kr. pr. ltr. Likør yvir 2 litrar

2208.90.10 0 330,00 kr. pr. ltr. Akvavitt og snaps

2208.90.11 0 330,00 kr. pr. ltr. Arrak undir 2 litrar

2208.90.19 0 330,00 kr. pr. ltr. Arrak yvir 2 litrar

2208.90.33 0 330,00 kr. pr. ltr. Akvavitt undir 2 litrar

2208.90.38 0 330,00 kr. pr. ltr. Akvavitt yvir 2 litrar

2208.90.41 0 330,00 kr. pr. ltr. Ouzo

2208.90.45 0 330,00 kr. pr. ltr. Calvados

2208.90.48 0 330,00 kr. pr. ltr. Fruktsnapsur

2208.90.54 0 330,00 kr. pr. ltr. Tequila

2208.90.56 0 330,00 kr. pr. ltr. Akvavitt

2208.90.69 0 330,00 kr. pr. ltr. Whisky-soda

2208.90.71 0 330,00 kr. pr. ltr. Fruktsnapsur yvir 2 litrar

2208.90.75 0 330,00 kr. pr. ltr. Tequila yvir 2 litrar

2208.90.77 0 330,00 kr. pr. ltr. Akvavitt

2208.90.78 0 330,00 kr. pr. ltr. Whisky-soda

2208.90.90 0 330,00 kr. pr. ltr. Aðrar vørur, ið innihalda rúsdrekka

2208.90.91 0 330,00 kr. pr. ltr. Rúsdrekka undir 2 litrar

2208.90.99 0 330,00 kr. pr. ltr. Rúsdrekka yvir 2 litrar

Kapittul 24:

2402.10.00 0 100 stk. 175,00 kr. Sigarir, seruttir, sigarillir

2402.20.10 0 100 stk. 145,00 kr. Sigarettir við kryddernelik

2402.20.90 0 100 stk. 145,00 kr. Sigarettir

2402.90.00 0 100 stk. 145,00 kr. Sigarettir

2403.11.00 0 215,00 kr. pr. kg. Vatnpípu tubbak

Page 8: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

8/16

2403.19.10 0 215,00 kr. pr. kg. Roykitubbak undir 500 gr.

2403.19.90 0 215,00 kr. pr. kg. Roykitubbak

2403.91.00 0 215,00 kr. pr. kg. Endurvunnið tubbak

2403.99.10 0 144,00 kr. pr. kg. Skrá og snús

2403.99.90 0 144,00 kr. pr. kg. Tobaksekstrakter v.m.

Kapittul 27:

2710.12.41 4,70% 2,70 kr. pr. ltr. Blýfrítt bensin undir 0,013 gr. pr. ltr.

oktan undir 95

2710.12.45 4,70% 2,70 kr. pr. ltr. Blýfrítt bensin undir 0,013 gr. pr. ltr.

oktan undir 98

2710.12.49 4,70% 2,70 kr. pr. ltr. Blýfrítt bensin undir 0,013 gr. Pr. ltr.

oktan yvir 98

2710.12.51 4,70% 2,70 kr. pr. ltr. Blýggjað bensin yvir 0,013 gr. Pr. ltr.

undir oktan 98

2710.12.59 4,70% 2,70 kr. pr. ltr. Blýggjað bensin yvir 0,013 gr. Pr. ltr. yvir

oktan 98

2710.12.90 4,70% 0,80 kr. pr. ltr. Lættar oljur

2710.19.21 0 0,50 kr. pr. ltr. Jetpetroleum

2710.19.25 4,70% 0,60 kr. pr. ltr. Petroleum

2710.19.29 4,70% 0,60 kr. pr. ltr. Paraffin olja

2710.19.43 0 0,75 kr. pr. ltr. Dieselolja svávul undir 0,001 v%

2710.19.46 0 0,75 kr. pr. ltr. Dieselolja svávul yvir 0,001 v%

2710.19.81 3,70% 2,70 kr. pr. ltr. Ljós smyrjiolja

2710.19.83 3,70% 2,70 kr. pr. ltr. Hydraulikolja

2710.19.85 3,70% 2,70 kr. pr. ltr. Hvítar oljur, paraffinum liquidum

2710.19.87 3,70% 2,70 kr. pr. ltr. Gearolja

Kapittul 36:

3604.10.00 100% 0 Fýrverkarí

Kapittul 48:

4813.10.00 0 0,05 kr. pr. stk. Sigarettpappír

4813.90.10 0 0,05 kr. pr. stk. Sigarettpappír

4813.90.90 0 0,05 kr. pr. stk. Sigarettpappír

Page 9: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

9/16

Frumskjal 2 til toll- og vøruskránna

Vørubólkar við tollvirði uppá kr. 3.000 og undir, undantikið tubbaksvørur og rúsdrekka.

Vørunummar Gatt tollur Punkt avgjald Vøruslag

99.010.000 10% Dýr og animalskar vørur

99.020.000 10% Vegetabilskar vørur

99.030.000 10% Feitt- og oljukendar vørur

99.040.100 10% Framleiddar mat- og drykkjuvørur

99.040.800 10% 40% + 16 kr. Pr. Kg. Sukurvørur og góðgæti

99.050.100 10% Mineralskar Vørur o.t.

99.050.200 10% 0,50 kr. Pr. Ltr. Petroleum

99.050.300 10% 1,70 kr. Pr. Ltr. Smyrjiolja

99.060.100 10% Kemiskar vørur o.t.

99.060.800 10% 100% Fýrverkarí

99.061.100 10% Parfuma, kosmetik o.t.

99.070.000 10% Plastikk og gummi

99.080.000 10% Húðir, leður, skinn o.t.

99.090.000 10% Træ-, kork- og strávørur.

99.100.100 10% Pappír og cellulosutilfar

99.100.300 10% 0,05 kr. Pr. Stk. Sigarettpappír

99.100.700 10% Bøkur og tíðindabløð

99.110.000 10% Tekstilvørur

99.120.000 10% Høvuðbúni, fótbúni o.t.

99.130.000 10% Steinur, sement, glas, keramikk

o.t.

99.140.000 10% Natúrperlur, gull, silvur o.t.

99.150.000 10% Aðrar metalvørur

99.160.100 10% Ymisk tól mekanisk og elekrisk

99.170.000 10% Bilar, bátar, flogfør o.t.

99.180.000 10% Fínmekanisk tól

99.190.000 10% Vápn og lóður

99.200.100 10% Ymiskar vørur

99.200.400 10% Lampur

99.210.000 10% Listaverk, savnilutir, antikvitetir

Page 10: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

10/16

Frumskjal 3 til toll- og vøruskránna

Fyri "L" í Toll- og vøruskránni verður fyri niðanfyri nevndu vørunummar álagt gjald við

innflutningi eftir hesari talvu.

Vørunummar Punkt

avgjald

Punkt avgjald Vøruslag

Kapittul 04:

0401.10.10 20% 0,60 kr. pr. kg. Mjólk max 1% feitt undir 2 ltr. pakn.

0401.10.90 20% 0,60 kr. pr. kg. Mjólk max 1% feitt yvir 2 ltr. pakn.

0401.20.11 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk max 3% feitt undir 2 ltr. pakn.

0401.20.19 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk max 3% feitt yvir 2 ltr. pakn.

0401.20.91 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk max 6% feitt undir 2 ltr. pakn.

0401.20.99 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk max 6% feitt yvir 2 ltr. pakn.

0401.40.10 20% 7,40 kr. pr. kg. Rómi max 10% feitt undir 2 ltr. pakn.

0401.40.90 20% 7,40 kr. pr. kg. Rómi max 10% feitt yvir 2 ltr. pakn.

0401.50.11 20% 7,40 kr. pr. kg. Rómi max 21% feitt undir 2 ltr. pakn.

0401.50.19 20% 7,40 kr. pr. kg. Rómi max 21% feitt yvir 2 ltr. pakn.

0401.50.31 20% 7,40 kr. pr. kg. Rómi max 45% feitt undir 2 ltr. pakn.

0401.50.39 20% 7,40 kr. pr. kg. Rómi max 45% feitt yvir 2 ltr. pakn.

0401.50.91 20% 7,40 kr. pr. kg. Rómi yvir 45% feitt undir 2 ltr. pakn.

0401.50.99 20% 7,40 kr. pr. kg. Rómi yvir 45% feitt yvir 2 ltr. pakn.

0402.91.10 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk/rómi max 8% feitt

0402.91.30 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk/rómi max 10% feitt

0402.91.51 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk/rómi max 45% feitt undir 2,5 kg.

pakn.

0402.91.59 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk/rómi max 45% feitt yvir 2,5 kg.

pakn.

0402.91.91 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk/rómi yvir 45% feitt undir 2,5 kg.

pakn.

0402.91.99 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk/rómi yvir 45% feitt yvir 2,5 kg.

pakn.

0402.99.10 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk/rómi max 9,5% feitt

0402.99.31 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk/rómi max 45% feitt undir 2,5 kg.

pakn.

0402.99.39 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk/rómi max 45% feitt yvir 2,5 kg.

pakn.

0402.99.91 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk/rómi yvir 45% feitt undir 2,5 kg.

pakn.

0402.99.99 20% 1,20 kr. pr. kg Mjólk/rómi yvir 45% feitt yvir 2,5 kg.

pakn.

0403.10.11 20% 2,06 kr. pr. kg. Reint yogurt o.t. max 3% feitt uttan sukur

Page 11: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

11/16

0403.10.13 20% 2,06 kr. pr. kg. Reint yogurt o.t. max 6% feitt uttan sukur

0403.10.19 20% 2,06 kr. pr. kg. Reint yogurt o.t. yvir 6% feitt uttan sukur

0403.10.31 20% 2,06 kr. pr. kg. Reint yogurt o.t. max 3% feitt við sukur

0403.10.33 20% 2,06 kr. pr. kg. Reint yogurt o.t. max 6% feitt við sukur

0403.10.39 20% 2,06 kr. pr. kg. Reint yogurt o.t. yvir 6% feitt við sukur

0403.10.51 20% 2,06 kr. pr. kg. Yogurt o.t. max 1,5% feitt

0403.10.53 20% 2,06 kr. pr. kg. Yogurt o.t. max 27% feitt

0403.10.59 20% 2,06 kr. pr. kg. Yogurt o.t. yvir 27% feitt

0403.10.91 20% 2,06 kr. pr. kg. Yogurt o.t. max 3% feitt

0403.10.93 20% 2,06 kr. pr. kg. Yogurt o.t. max 6% feitt

0403.10.99 20% 2,06 kr. pr. kg. Yogurt o.t. yvir 6% feitt

0403.90.11 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 1,5% feitt uttan sukur

0403.90.13 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 27% feitt uttan sukur

0403.90.19 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. yvir 27% feitt uttan sukur

0403.90.31 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 1,5% feitt við sukur

0403.90.33 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 27% feitt við sukur

0403.90.39 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. yvir 27% feitt við sukur

0403.90.51 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 3% feitt uttan sukur

0403.90.53 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 6% feitt uttan sukur

0403.90.59 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. yvir 6% feitt uttan sukur

0403.90.61 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 3% feitt við sukur

0403.90.63 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 6% feitt við sukur

0403.90.69 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. yvir 6% feitt við sukur

0403.90.71 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 1,5% feitt við smakki

0403.90.73 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 27% feitt við smakki

0403.90.79 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. yvir 27% feitt við smakki

0403.90.91 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 3% feitt við smakki

0403.90.93 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. max 6% feitt við smakki

0403.90.99 20% 2,06 kr. pr. kg. Súrrómi o.l. yvir 6% feitt við smakki

Kapittul 19:

1905.20.10 0 2,00 kr. pr. kg. Bakstur, hunangskøkur undir 30

vektprosent sukur

1905.20.30 0 2,00 kr. pr. kg. Bakstur, hunangskøkur undir 50

vektprosent sukur

1905.20.90 0 2,00 kr. pr. kg. Bakstur, hunangskøkur yvir 50

vektprosent sukur

1905.31.12 0 2,00 kr. pr. kg. Smákøkur

1905.40.90 0 1,00 kr. pr. kg Steikirasp

Page 12: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

12/16

1905.90.30 0 1,00 kr. pr. kg Glutenbreyð

1905.90.55 0 2,00 kr. pr. kg. Snacks

1905.90.91 0 1,00 kr. pr. kg Rugbreyð

1905.90.92 0 2,00 kr. pr. kg. Kaka, forma- og skerikaka

1905.90.93 0 2,00 kr. pr. kg. Wienarbreyð

1905.90.99 0 2,00 kr. pr. kg. Bakstur v.m.

Kapittul 21:

2105.00.10 20% 4,97 kr. pr. kg. Matarísur undir 3% mjólkafeitt

2105.00.91 20% 4,97 kr. pr. kg. Matarísur undir 7% feitt

2105.00.99 20% 4,97 kr. pr. kg. Matarísur yvir 7% feitt

Page 13: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

13/16

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

Broytingar í punktgjøldum

Uppskotið um hækkingar av punktgjøldum verður lagt fram í sambandi við fíggjarlógarupp-

skotið fyri 2016.

Uppskotið er partur av eini røð av uppskotum, hvørs endamál er, at tryggja, at Føroyar fara frá

at hava hall á landsins fíggjarlóg 8 ár á rað, til at fáa avlop á fíggjarlógini fyri 2016, og at

styrkja fíggjarliga haldførið hjá landinum nú og frameftir.

Føroyar hava millum lægstu avgjøld á bensin og diesel í Norðurlondum. Meðan punktgjøldini í

Føroyum eru 2,40 kr. fyri liturin av bensin og 0,25 oyru fyri liturin av diesel, so eru somu

avgjøld væl hægri í okkara grannalondum, t.d. í Noreg, har punktgjaldið á bensin, er 4,87 kr.

fyri liturin og á diesel 3,36 kr. fyri liturin, og í Noreg er ætlanin at hækka hesi punktgjøld í

2016.

Fyri at fáa til vega fleiri inntøkur til landið, og at breiðka skatta- og avgjaldsinntøkur landsins,

mælir landsstýriskvinnan í fíggjarmálum við hesum lógaruppskoti til broytingar í lógini um

avgjald á framleiðslu og innflutningi. Mælt verður til, at punktgjaldið á bensini verður hækka

við 30 oyrum, úr 2,40 kr. fyri litur upp í 2,70 kr. fyri liturin, eins og punktgjaldið á dieselolju

verður hækkað við 25 oyrum, úr 0,50 kr. fyri liturin upp í til 0,75 kr. fyri liturin. Samstundis er

annað lógaruppskot lagt fram um, at hækka flutningsstuðulin við 10%. Hetta fyri at tryggja, at

tey, ið ferðast langt millum bústað og arbeiðspláss verða ávirkað sum minst av hækkingini av

gjaldinum á bensin og diesel.

Sum dømi ber til at nevna ein móttakara av stuðli til ferðaútreiðslur, sum koyrir 102 km

dagliga millum bústað og arbeiðsstað. Hesin fær 660 kr. meira í stuðli árliga við hesi broyting,

sum mælt verður til at gera (3 kr. meira fyri 220 dagar). Punktgjaldið á bensin hækkar væntandi

30 oyru fyri liturin 1. januar 2016. Siga vit, at sami móttakari koyrir 102 km millum bústað og

arbeiðsstað og at bilurin koyrir 12 km. á liturin, rindar sami móttakari umleið 700 kr. meira

árliga í punktgjøldum fyri 220 arbeiðsdagar (30 oyru á 8,5 litrar og 220 arbeiðsdagar umframt

meirvirðisgjald).

Broytingar í vøruskránni

Eisini verður í hesum lógaruppskoti mælt til at seta í gildi vørunummur, ið eru altjóða, eins og

mælt verður til at dagføra lógina í sambandi við, at Toll- og Skattstova Føroya hevur broytt

navn til TAKS.

Hesin parturin av uppskotinum snýr seg tí ikki um at broyta avgjaldssatsir, men bert um at

broyta vørunummur.

Grundgevingin fyri tilmælinum at broyta vørunumrini, er, at toll- og vøruskráin verður broytt

frá at einari tjóðskaparligari toll- og vøruskrá til altjóða útgávuna av toll- og vøruskránni. Hetta

fer at gera føroysku toll- og vøruskránna meira nútíðarhóskandi. Víst verður til almennu við-

merkingarnar í lógaruppskoti til løgtinglóg um tollsatsir (toll- og vøruskráin).

Føroyar hava sambært sáttmála frá 1. februar 1992, sum seinast er broyttur í 1997, millum

ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska samveldi hinumegin

samtykt at nýta nomenklatur tollsamvinnuráðsins “Harmonized Commodity Description an

Coding System” sum Toll- og vøruskrá.

Page 14: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

14/16

Toll- og vøruskráin fyri inn- og útflutning er avgerandi fyri tollsatsir og tarifering.

Hóast Toll- og vøruskráin hevur verið lýst við kunngerð, metir Fíggjarmálaráðið, at rættast er

at lýsa Toll- og vøruskránna við løgtingslóg. Hetta er í samsvari við § 41 í stýrisskipanarlógini,

sum ásetir, at eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann verða álagdur, broyttur ella avtikin

uttan við løgtingslóg.

Við hesum lógaruppskoti mælir landsstýriskvinnan í fíggjarmálum til at seta í gildi eina nýggja

toll- og vøruskrá, hvørs vørunummur verða tvífaldað í vavi. Hetta merkir, at Føroyar seta í gildi

ta altjóða toll- og vøruskránna. Hóast vørunummurini í galdandi Toll- og vøruskrá verða

tvífaldað, er talan ikki um broytingar í tollsatsunum, men einans í vørunumrunum.

Orsøkin til uppskotið er í fyrsta lagi, at tað skal lætta um umsitingina hjá TAKS at umsita Toll-

og vøruskránna, eins og stovnar og fyritøkur, sum tollavgreiða innflutning av vørum, fara at fáa

atgongd til at tollavgreiða sambært altjóða vørunumrum, sum hevur við sær ein lætta í

umsitingini hjá teimum.

Mett verður eisini, at tað verður lættari hjá útflutningsfyritøkum, eitt nú fiskivinnuni at sam-

skifta við útheimin, tá ið somu vørunummur fara at verða brúkt.

Mælt verður tí til, at altjóða standardurin av vørunumrum eisini skal verða gladandi í Føroyum

eins og í øðrum londum.

Í øðrum lagi hevur ynski verið frammi um at fáa Toll- og vøruskránna á enskum máli. Við at

seta altjóða toll- og vøruskrá í gildi í Føroyum, verður Toll- og vøruskráin á donskum og

enskum máli.

Mett verður eisini, at uppskotið kann betra um grundarlagið hjá Hagstovu Føroya at viðgera

hagtøl.

Ummæli

Av tí, at landsstýrið hevur havt stutta tíð síðan løgtingsvalið at gera broytingaruppskot og

fylgilógir til fíggjarlógaruppskotið fyri 2016, samstundis sum mett verður neyðugt, at

Løgtingið fær broytingaruppskot og fylgilógir til fíggjarlógaruppskotið ikki seinni enn hálvan

november, hava stundir ikki verið til at senda lógaruppskotið til ummælis.

Kapittul 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

Fíggjarligar/búskaparligar avleiðingar

Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar við sær fyri landskassan, borgarar og vinnu.

Mett verður, at landskassin fer at fáa tilsamans 11,2 mió. kr. árliga í meirinntøkum við at

hækka punktgjaldið á bensini og diesel við ávikavist 0,30 kr. og 0,25 kr. Metingin er grundað á

gongdina í nýtsluni av bensini og diesel seinastu árini.

Borgarar, vinna og annars øll onnur, ið keypa bensin og diesel til flutning her á landi, fara

væntandi at rinda eitt sindur meira fyri keyp av bensini og diesel. Eitt annað uppskot, ið er

partur av broytingaruppskoti landsstýrisins til fíggjarlógaruppskotið fyri 2016, er at hækka

flutningsstuðulin við 10%. Endamálið er at tryggja, at tey, ið koyra langt millum arbeiðspláss

og bústað verða ávirkað sum minst av hækkingini av gjaldinum á bensin og diesel.

Page 15: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

15/16

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur við sær jaligar umsitingarligar avleiðingar fyri TAKS og vinnuna, tí mett

verður, at broytingin hevur við sær, at samskifti við útheimin verður lættari, t.d. verður

vøruskráin nógv brúkt í sambandi við handilsavtalur. Eisini hava oljufeløgini víst uppskotinum

jaligan áhuga. Tey hava millum annað upplýst, at við at seta altjóða toll- og vøruskrá í gildi fer

eitt nú húsarhaldsolja við lágum svávulinnihaldi at verða undantikin gatt toll. Gatt tollurin á

húsarhaldsolju við høgum svávulinnihaldi er 3,5%.

Umhvørvisligar avleiðingar

Mett verður, at uppskotið hevur við sær umhvørvisligar avleiðingar, tí hægri avgjald á bensin

og diesel virkar tálmandi á nýtsluna av brennievni, og tí minkar umhvørvis skaðiliga útlátið

eisini.

Sosialar avleiðingar

Mett verður, at uppskotið hevur ikki við sær sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar

ella felagsskapir.

Avleiðingar í mun til millumtjóða sáttmálar

Mett verður, at uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar í mun til millumtjóða sáttmálar.

Fyri

landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-

felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar

avleiðingar

Ja Nei Nei Ja Ja

Umsitingarligar

avleiðingar Ja Nei Nei Nei Ja

Umhvørvisligar

avleiðingar Nei Nei Ja Nei Nei

Avleiðingar í

mun til altjóða

avtalur og reglur

Nei Nei Nei Nei Nei

Sosialar

avleiðingar

Nei

Page 16: Argir, 16. november 2015 U.t.ll. um br...FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M INISTRY OF FINANCE 4/16 2204.21.19 0 24,00 kr. pr. ltr. Hvítvín 2204.21.22 0 24,00 kr. pr. ltr. Rheinhessen hvítvín

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F F I N A N C E

16/16

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1

Fylgibroytingar av tí at vørunumrini í toll- og vøruskránni verða broytt, eins og talan er um

dagføring av lógini í sambandi við navnabroyting hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

Punktavgjaldið á bensin, vørunummar 2710.12.41 til og við vørunummar 2710.12.59 í kap. 27

í frumskjali 1, sambært skjali 1 í hesum lógaruppskotið, hækkar úr 2,40 kr. fyri liturin upp í

2,70 kr. fyri liturin.

Punktavgjaldið á dieselolju, vørunummur 2710.19.43 og 2710.19.46 í kap. 27 í frumskjali 1,

sambært skjali 1 í hesum lógaruppskotið, hækkar úr 0,50 kr. liturin upp í 0,75 kr. fyri liturin.

Til § 2

Gildiskoma.

Fíggjarmálaráðið, 16. november 2015

Kristina Háfoss

landsstýriskvinna

/ Bjarni Askham Bjarnason

Fylgiskjøl sum ikki fáa lógargildi:

Fylgiskjal 1: Javntekstur